Evropeiska svimjisambandið LEN hevur júst kunngjørt, at EM á stuttgeil 2019 verður í Glasgow í Skotlandi. Hetta aftaná fund hjá LEN í Gøteborg í Svøríki, har tey eisini fastløgdu komandi meistarastevnur í vatnpolo og open water svimjing.
Harvið eru allar komandi meistarastevnur í kappsvimjing ‘í grannalagnum’ hjá okkum føroyingum – nevniliga EM á stuttgeil 2017 í Keypmannahavn, EM á langgeil 2018 í Glasgow, og EM á stuttgeil 2019 í Glasgow.