Tey hava nú avgreitt fyrsta stevnupart á Mare Nostrum stevnuni 2017 í Barcelona, har eisini teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm royndu seg. Og tað gekk útmerkað, við tað at vit við Óla aftur í ár fingu ein føroying víðari til finalurnar seinnapartin.
Óli Mortensen megnaði nevniliga í 400 frí at svimja seg til B-finalu seinnapartin, við 3:59.08 í mun til tilmeldingartíð á 3:56.74. Hendan tíðin rakk til eitt 11. pláss millum teir 33 sum royndu seg í greinini í morgun, og er næstbesta tíð sum Óli hevur svomið í greinini í ár, har hin skjótasta er 3:57.61 frá Danish Open í apríl mánaða.
Alvi Hjelm royndi seg í 200 blandað, og svam seg har til eitt 22. pláss millum teir 33 í greinini, við tíðini 2:12.05 í mun til tilmeldingartíð á 2:08.13. Hetta er fimtbesta tíð sum Alvi hevur svomið í greinini í ár, har hin skjótasta er 2:10.36 frá Danish Open í apríl mánaða.
Finaluparturin byrjar nú seinnapartin kl 16 spanska tíð, sum er kl 15 her í Føroyum. Har er okkurt slag av stroymingsloysn á amerikanska Floswimming, sum tó sambært teimum er avmarkað til Norðuramerika, Stórabretland og Avstralia. Eisini sendir katalanska Esport3 frá stevnuni í Barcelona, men møguliga er øll sjónvarpingin avmarkað til A-finalurnar sum byrja kl 18 spanska tíð.
Óli og Alvi royna seg so aftur í morgin, tá ið Óli skal royna seg í 1500 metra frísvimjing, og Alvi í 400 metra blandað.
Her er síðan hjá Esport3. Tey byrja at senda kl 17:50 spanska tíð, sum er 10 min áðrenn A-finalurnar. Og tað er avmarkað til Spania http://www.ccma.cat/tv3/directe/esport3/