Úrslitini frá svimjingini á oyggjaleikum í Gotlandi vísa týðiliga framgongd aftaná ættarliðskiftið á Jersey í 2015 og sum heild liggur svimjingin í einum aldutoppi, ið byrjaði á Rhodos í 2007. Til samans hava svimjarnir fingið 76 gull-, 49 silvur- og 49 bronsuheiðursmerki tey seinastu 10 árini. Her skal minnast til, at føroysku svimjarnir luttóku ikki á Bermuda í 2013. Taka vit øll gullheiðursmerkini í svimjing hjá føroyingum síðan 1985 so er talið 101.
Á Gotlandi vunnu føroyingar svimjingina fyri triðu ferð, hesu ferð uttan Pál Vitalis Joensen. Svimjihópurin á Gotlandi er eitt nýtt ættarlið, har teir flestu royndu seg fyrstu ferð á Jersey í 2015, meðan trýggir eru komnir aftrat í ár.
Hópurin á Gotlandi var miðalstórur, umleið helvt um helvt kvinnur og menn og miðalaldurin var eisini miðalgamalur í mun til undanfarnu ár.
Pál Vitalis Joensen (Susvim) er mest vinnandi svimjari hjá føroyingum, her talt í einstaklingakappingum (les. stafettir eru ikki taldar við). Sára Ryggshamar Nysted (Susvim) var 4. mest vinnandi aftaná debuttin á Jersey í 2015. Nú er hon næstmest vinnandi saman við Høgna T. Hansen (HS). Aðrir svimjarir á Gotlandi hava hoppað høgt uppá listanum. Óli Mortensen (HS) fór frá 27. pláss upp á 5. pláss. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (HS) fór frá 30. pláss inn á topp 10 á eitt 9. pláss. Signhild Dánjalsdóttir Joensen (Ægir) skifti frá 38. pláss til 11. pláss og Jana Bjartalíð Thomsen (Ægir) reyk beinleiðis inn á listan á 16. pláss.
Talvan yvir einstaklingum er dagførdur og at finna her við fyrivarni fyri feilum og manglum. G = gull, S = silvur, B = bronsa, M = miðal støða í kappingum og K = tal av kappingum. Stig vera tald soleiðis: gull = 3 stig, silvur = 2 stig og bronsa = 1 stig. Tað ber til at sortera í tabellini við at trýsta ovast á kolonnum.