Hetta vikuskiftið verður stór altjóða svimjistevna í Føroyum, nú Svimjisamband Føroya fyri fyrstu ferð nakrantíð kann skipa fyri Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, á langgeil í Páls Høll í Vági. Tilsamans eru tey 98 svimjarar úr 6 londum, sum fara í luttaka í 32 kappingum.
Stevnan verður fyriskipað av einum toymi runt svimjihøllina Páls Høll og Suðuroyar Svimjifelag, umframt úr Svimjisambandi Føroya og føroyskum svimjifeløgum annars.
Teir mongu dómararnir eru allir føroyingar við royndum at døma meistarastevnur, harav nógv hava roynt seg eisini við altjóða stevnu, so sum tá ið Svimjisambandið í 2015 skipaði fyri Nordic Open Masters meistarastevnu á stuttgeil í Havn.
Tað sum er afturat og stóra avbjóðingin á hesum sinni, er at skipa fyri innivisti og mati til teir 100+ gestirnar úr Svøríki, Danmark, Íslandi, Finlandi og Estlandi, umframt til okkara egna landslið, og til dómarar og hjálparfólk norðanífrá.
Hartil at skipa fyri flutningi frá flogvøllinum til Vágs og aftur, og fyri flutningi millum gisting, matstað og svimjistevnu. Lukkutíð er lokali uppbakningurin stórur í Vági, so at hendan okkara fyrsta altjóða langgeilastevna nakrantíð kann avgreiðast í Føroyum.
Føroyski landsliðshópurin eru tíggju ungir svimjarar úr Havnar Svimjifelag, Ægir og Suðuroyar Svimjifelag, umframt tríggir venjarar og ein ferðaleiðari.
Svimjarar
- Alisa Vestergård (2003), Suðuroyar Svimjifelag
- Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003), Havnar Svimjifelag
- Brynhild Johannessen (2002), Suðuroyar Svimjifelag
- Eyðrið Mortensen (2003), Havnar Svimjifelag
- Hugin Næs Lave (2001), Suðuroyar Svimjifelag
- Johan Nónskarð Dam (2002), Havnar Svimjifelag
- Rani Jacobsen (2001), Suðuroyar Svimjifelag
- Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir
- Sigrid F. Hansen (2003), Havnar Svimjifelag
- Sólva A. Sigurðsson (2002), Ægir
Venjarar
- Jóannes á Fløtti, Havnar Svimjifelag
- Juan Jaime Arroyo Toledo, Ægir
- Jón Bjarnason, Suðuroyar Svimjifelag
Ferðaleiðari
- Anni á Hædd, SSF
Hóast støðið er rættiliga høgt á hesi stevnu, so eru vónirnar ikki púra ongar at kanska kunna vinna okkurt heiðursmerki til Føroyar, serliga á teimum longstu teinunum. Men annars er málsetningurin hesuferð fyrst og fremst, at royna at seta persónlig met.
Stevnan verður eftir ætlan stroymað beinleiðis, umframt at úrslitini fara at kunna síggjast beinleiðis her á livetiming.se. Sí eisini stevnusíðuna ssf.fo/nagc-2017, har viðkomandi skjøl og leinki verða løgd.
Kappingin verður fyriskipað sambært reglugerðunum hjá norðurlendska svimjisambandinum NSF, við beinleiðis finalum heldur enn innleiðandi riðlum og finalum. Hetta merkir, at allir riðlar eru við í kappingini um heiðursmerki, líka frá morgunstundini av.
Stevnupartar
- Leygardag 8. juli 2017 frá kl 11
- Leygardag 8. juli 2017 frá kl 17
- Sunnudag 9. juli 2017 frá kl 13
Aftaná stevnuna verður skipað fyri felags mati og hugnaløtu fyri svimjarum, venjarum, leiðarum, dómarum og hjálparfólkum, í VB-húsinum.
Gestirnir fara av landinum aftur mánadagin.
Vit í Svimjisambandinum vilja takka stuðlum fyri góðan uppbakning, bæði fíggjarliga og við arbeiðskraft, sum til dømis Børge hjá Atlantic Airways ið longu við ársskiftið 2016/2017 gjørdi okkum ferðauppskot til hvørt einstaka land, at senda teimum við innbjóðingini til NMU. Her hava nógvar hendur trivið í, runt landið, til at fáa vikuskiftið nú at rigga.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsst