Nú nærkast HeimsMeistarastevnan 2017, sum verður í Budapest í Ungarn við stórslignari setan fríggjadagin hin 14. juli, og síðani við kappingum frá tá av og til sunnudagin hin 31. juli 2017. Sí kalendaran her.
HM á langgeil er ikki bara kappsvimjing í svimjihyli á langgeil, men eisini í havsvimjing, synkronsvimjing, vatnpolo og vippulopi, umframt nú síðani 2013 eisini ‘high diving’ frá upp til 27 metra hædd.
Havsvimjingin verður á Balaton-vatninum, nakað væl í ein útsynning frá Budapest, við kappingum á 5, 10 og 25 km teinum, umframt við liðsvimjing á 5 km teininum.
Og her er tað so, at Jon Hestoy er valdur til høvuðsdómara, á 10 km teininum, umframt at hann á 25 km teininum verður annardómari, og fær aðrar uppgávur á hinum teinunum.
Ein stórur heiður til Hestoy og okkum føroyingar, við tað at júst 10 km teinurin verður roknaður sum tað størsta og mest prestigufylta hjá havsvimjarum, sum einasta OL-grein av hesum, og við eyknevni ‘marathon-teinurin’.