Jon Hestoy fór í gjár til Taipei í Taiwan, sum FINA-umboð at døma 10km ‘marathon’ teinarnar í open water svimjing hjá monnum og kvinnum, á Universiaduni 2017.
Universiadan er risastór stevna fyri lesandi ítróttarfólk, ið eisini verður eyknevnt ‘mini-OL’. Í ár eru tey 7639 íðkarar úr 144 londum sum kappast í 271 greinum, har svimjing er ein av kravdu greinum.
Havsvimjingin verður nú sunnudagin hin 27. august, við luttøku av einum 25 kvinnum og 29 monnum. Millum profilarnar er millum annað Gregorio Paltrinieri, sum longu hevur vunnið gull í 1500 frí á eisini hesum leikum.