Svimjisamband Føroya skipaði í gjár fyri kalendarafundi í Havn, við luttøku av øllum feløgum umframt sjálvsagt SSF. Á skránni var tilrættisleggjan av kalendaranum fyri svimjiárið 2017-2018, har størstu broytingar eru at FM á stuttgeil nú er í november, og at vit ætla at hava svimjistevnur á Tvøroyri og í Kollafirði.
Ætlaðu stevnur eru nú at síggja á ssf.fo/kalendari, har vit eisini royna at vísa á aðrar hendingar sum ávirka svimjiárið.
Sum sagt, so er ein hin størsta broytingin í ár, at vit fara at royna at hava FM á stuttgeil í november mánaða, heldur enn sum vant um várið. Hetta er ein avleiðing av at vit nú hava fingið ein langhyl í Føroyum, og sambært broytingini í reglugerðini fyri meistarastevnur, sum feløgini saman við SSF samdust um á aðalfundinum 2016.
Ætlanin er sjálvsagt at FM á stuttgeil tó skal verða verandi tann stórsligna stevnan sum hon hevur verið, hesu seinastu árini, við skrýddari hødd og beinleiðis sjónvarping. Og nú stevnan er í november, so verður hon eisini endin á kravtíðarskeiðnum til altjóða meistarastevnurnar í desember.
Afturat hesum, vóru feløgini ófør at bjóða seg fram til at hýsa stevnur, so at vit í ár millum annað fara at royna at hava svimjistevnur á Tvøroyri og í Kollafirði, fyri okkara yngstu aldursbólkar, og sum heild hava fleiri stevnur á skrá enn í øllum førum í fjør.
Av altjóða stevnum hetta komandi árið, kann nevnast at stevnurnar í desember verða Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan í Reykjavík, og Evropeiska Meistarastevnan á Stuttgeil í Keypmannahavn. Hartil komandi summar Evropeiska JuniorMeistarastevnan í Helsinki og Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung í Hamar í juli, og Evropeiska Meistarastevnan í Glasgow í august.
FM á langgeil verður í Vági í juni mánaða, og JM/MU í Klaksvík í mai.
Fínstillingar kunnu koma fyri, nú aftaná kalendarafundin. Men sum heild gekk fundurin væl, og vóru fólk sum heild samd um at hava kalendaran soleiðis, hetta komandi árið.
Kunning vegna SSF
Rókur