Skjót svimjing eisini annan dag á HS-stevnuni 23. og 24. september 2017

Aftur í dag svumu í øllum førum tey skjótastu skjótt, tá ið annar dagur á HS-stevnuni 23. til 24. september 2017 varð svomin. Tey eru nú fleiri sum hava staðfest sína støðu sum NM- og NJM-kandidatar, longu aftaná fyrstu stevnu í svimjiárinum 2017-2018, og summi enntá upp til fleiri ferðir.

Í 800 frí svumu Vár Eidesgaard (2001, HS) og Eyðrið Mortensen (2003, HS) væl og virðiliga undir kravtíðina 9:35.78 til NJM 2017, við ávikavíst 9:10.85 og 9:26.95, har Eyðrið enntá ‘bara’ skuldi klára kravtíðina til yngru juniorarnar á 9:55.63.

Í 1500 frí svam Johan N. Dam (2002, HS) sum einsamallur harri í teirri kappingini 16:38.79, sum er væl undir NJM-kravtíðina fyri teir yngru juniorarnar á 17:28.80, og hartil greitt skjótari enn kravtíðina til teir sum eru eldri enn hann á 16:53.84.

Í 100 bringu vann Róland Toftum (1998, SuSvim) við 1:03.70, har kravtíðin til NM er 1:04.22.

Og í 100 rygg vann Signhild Joensen (2000, Ægir) við 1:02.63, har kravtíðin til NM er 1:04.38.

Um vit royna at gera upp, so eru tey kvalifiseraðu frá hesi stevnu:

NJM 2017 – yngri bólkur

  • Eyðrið Mortensen (2003, HS) í 400 frí (4:40.33), 800 frí (9:26.95), 200 rygg (2:25.02)
  • Alisa Vestergaard (2003, SuSvim) í 100 frí (1:00.69), 200 frí (2:11.83), 400 frí (4:40.61)
  • Johan N. Dam (2002, HS) í 200 frí (2:00.23), 400 frí (4:14.49), 1500 frí (16:38.79)
  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) í 200 frí (2:03.72)

NJM 2017 – eldri bólkur

  • Vár E. Eidesgaard (2001, HS) í 400 frí (4:28.65), 800 frí (9:10.85), 100 firvald (1:03.26)

NM 2017

  • Signhild D. Joensen (2000, Ægir) 100 frí (58.11), 200 frí (2:06.03), 50 rygg (29.46), 100 rygg (1:02.63), 200 rygg (2:13.27)
  • Róland Toftum (1998, SuSvim) í 50 bringu (28.94), 100 bringu (1:03.70)

Øll úrslit frá stevnuni kunnu síggjast her á livetiming.se

Næsta stevna av hesum slag verður Ægir Open hin 21. og 22. oktober, og er hetta tá eisini seinasti kjansur at klára kravtíð í Føroyum, áðrenn FM á stuttgeil hin 3. til 5. november 2017.

Men áðrenn tað verður sokallaða Argjastevnan hjá Havnar Svimjifelag, longu næsta leygardag hin 30. september, og er hon fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.