Eitt met manglaði at verða noterað frá Ægir-stevnuni hin 21. og 22. oktober 2017, og var tað tá ið tær fýra Signhild Joensen, Rebekka Trygvadóttir, Jana B. Thomsen og Barbara Debes úr Ægir svumu seg til nýtt føroyskt juniormet við tilsamans 4:25.53 í 4×100 blandað.
Ægir-gentur áttu eisini nú farna juniormet á 4:26.18, frá somu stevnu í fjør, tá við Ásbjørg Hjelm sum bringusvimjara. Og tað var nú í hesi kapping hin 21. oktober at Signhild Joensen samstundis setti nýtt føroyskt met og juniormet í 100 rygg, við at svimja fyrstu 100 metrar í tíðini 1:01.00.