Alvi Hjelm royndi seg fyri løtu síðani í 800 metra frísvimjing, á DM á stuttgeil 2017 Greve, og svam har teinin uppá 8:10.12. Besta tíð hjá honum nakrantíð er 8:08.37 frá DM í Gladsaxe í 2013, har hann tó seinastu árini serliga hevur miðsavnað seg um miðaltein og blandað.
Óli Mortensen svam ikki hendan teinin í morgun, tí at teir átta við bestu tilmeldingartíðum bíða til tann væntaða skjótasta riðil í kvøld. Og her hevur Óli so bestu tilmeldingartíð av øllum, 7:57.56 frammanfyri næstskjótasta Mads Holm á 8:06.13, og Frans Johannessen á 8:07.66.