Tey eru nú liðug við síðsta finalupart á Køge Open 2017, har fleiri føroyingar eisini royndu seg. Og tað varð til nøkur heiðursmerki eisini.
Í 50 rygg fyri gentur vann Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag bronsu, við tíðini 33.56. Hetta í aldursbólkinum 2005-2006.
Og í somu grein vann Alisa Vestergård (2003) úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu í aldursbólkinum 2003-2004, við tíðini 32.30.
Í 100 firvald fyri gentur vann Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjfelag silvur, við tíðini 1:13.94. Hetta í aldursbólkinum 2005-2006.
Í 50 frí fyri gentur vann Kristina í Skála (2005) úr Havnar Svimjifelag bronsu, við tíðini 30.33. Hetta í aldursbólkinum 2005-2006.
Og í somu grein vann Alisa Vestergård (2003) úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu, í heldur modbydeligu ‘útskiljingskapping’, har tey svimja kappinginga umaftur og umaftur, og hvørja ferð taka spakuligasta frá, til bara 2 eru eftir.
Alisa kappaðist í bólkinum fyri tey sum eru fødd millum 1919 og 2004.
Og í 100 bringu fyri gentur vann Sólvá A. Sigurðsson (2002) úr Ægir silvur, við tíðini 1:19.06. Hetta í aldursbólkinum 1919-2002.