Tey hava avgreitt síðsta sett av innleiðandi riðlum á DM á stuttgeil 2017, har føroyingarnir megnaðu at kvalifisera seg til finalur í øllum tí sum teir luttóku í.
Í 200 blandað svam Alvi Hjelm seg við 2:06.02 til eitt 8. pláss í innleiðandi, sum merkir at hann fær eina uttargeil í A-finaluni.
Í 50 rygg svam Magnus Jákupsson seg við 24.85 til eitt 2. pláss í innleiðandi, aftanfyri bara turkiska Iskender Baslakov á 24.61. Hann er tí sjálvsagt í A-finaluni.
Í 400 frí svam Óli Mortensen seg við 3:53.63 til eitt 4. pláss, og Alvi Hjelm við 3:57.75 til eitt 10. pláss, sum merkir at Óli er í A-finaluni og Alvi í B-finaluni.
Frans Johannessen er eftir øllum at døma liðugur at kappast fyri hesuferð.
Finalurnar byrja klokkan 17:00 danska tíð, sum er klokkan 16:00 her í Føroyum. Til ber at síggja stroyming frá kappingini her á livetiming.dk