Teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm royna seg í dag og í morgin á svimjistevnuni Grand Prix Malmö 2018, við sínum danska felagi Hovedstadens Svømmeklub. Og tað gongur ókey – Óli vann nú í kvøld bronsu í 400 frí, við tíðini 4:01.36, meðan Alvi í 400 blandað varð nr 5 við tíðini 4:38.85. Sí úrslitalistan her.
![IMG_3216.JPG](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2017/01/IMG_3216.jpg?resize=660%2C441)