Óli Mortensen megnaði aftur í dag at vinna sær heiðursmerki á Grand Prix Malmö 2018, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 15:55.95. Hetta rakk til eitt silvurheiðursmerki, aftanfyri svenska Victor Johansson á 15:38.40.
Alvi Hjelm royndi seg í 200 metra blandaðari svimjing, og varð har nr 12 við tíðini 2:12.59.
Øll úrslit frá hesi stevnu síggjar her á livetiming.se