Tað gekk bara heilt ókey hjá Ægir úr Klaksvík, nú kappast varð á Reykjavík International Games 2018. Tilsamans vunnu tey 7 gull, 6 silvur og 7 bronsur, og vóru hartil sum skilst triðbesta felag á stevnuni, í mun til fimtbesta í fjør.
Heiðursmerkir í kappingini 14 ár og yngri
- Rebekka Trygvadóttir (2004) 5 gull, 2 silvur, 1 bronsu
- Marius Steinhólm (2005) 1 bronsu
Heiðursmerkir í opnu kappingini fyri allar aldursbólkar
- Signhild Joensen (2000) 1 gull, 2 silvur, 1 bronsu
- Jana B. Thomsen (2000) 1 gull, 1 bronsu
- Rókur Trygvason (2000) 2 silvur, 2 bronsur
- Rebekka Trygvadóttir (2004) 1 bronsu
Signhild triðbesta avrik á RIG 2018
Aftaná svimjistevnuna vórðu teir svimjarar heiðraðir, sum høvdu svomið seg til bestu avrik á stevnuni, mált í FINA-stigum.
Og her var Signhild Joensen (2000) so hin triðbesti svimjarin á hesi stevnu, við tíðini 2:18.16 í 200 metra ryggsvimjing.