Starvsnevnd SSF samtykti við ársbyrjan at vilja senda eitt føroyskt landslið til Danish Open 2018, sum er týdningarmesta úttøkustevna hjá dønum til langgeilastevnur um summarið. Hetta sum fyrsta stig í eini miðvísari ætlan, at fáa so góðan møguleika sum gjørligt fyri úttøku av føroyskum svimjara eisini til OL í Tokyo í 2020.
Kravtíðirnar eru sum ásettar av donsku fyriskiparunum, tó av praktiskum ávum við einum styttri kravtíðarskeiði. Sí ssf-danish-open-2018-kravtidir.pdf.
Danish Open er sum nevnt týdningarmesta úttøkustevna hjá dønum til langgeilastevnur um summarið, og hevur tí eisini verið tað til Olympisku Leikir, í øllum førum seinastu tvær ferðir. Hvør minnist ikki tá ið Pál tryggjaði dønum luttøku í 4×200 frí liðsvimjing á OL í London í 2012, fyri so aftur í 2016 at kvalifisera seg har til OL í Rio de Janeiro.
Og nú OL 2020 í Tokyo nærkast, so eru eingi útlit til at tað verður øðrvísi tá, hvørki hjá dønum ella okkum føroyingum. Danir ætla at Danish Open skal vera høvuðskravtíðarstevna til OL, og føroyingar noyðast mest sannlíkt eisini tá at geva seg undir danskar treytir.
Til nú hava føroyingar luttikið á Danish Open annaðhvørt fyri síni føroysku feløg, ella fyri tey feløg sum tey hoyra til í Danmark. Men, við tað at talan er um opna stevnu, so er eingin forðing fyri at vit heldur luttaka sum føroyskt landslið, við øllum tí sum hartil hoyrir.
Tað var meksikanski venjarin í Klaksvík sum kom við hugskotinum til hetta á úrvalsleguni í november, og er tað fallið í sera góða jørð, nú SSF og feløg og onnur síðani hava viðgjørt uppskotið. Starvsnevnd SSF fráboðaði tí eisini fyrst í januar feløgunum um ætlanina, og eru vit nú komin heilt langt við praktisku fyrireikingunum.
Longu nú vita vit um fleiri sum hava klárað kravtíð, og verður tí farið undir at bíleggja flogferðir osfr, umframt at SSF yvirtekur teir gistingarmøguleikar sum Ægir longu hevur tryggjað sær. Klæðir skulu bíleggjast, og hartil verður skipað fyri landsliðslegu í Vági hin 16. til 18. mars 2018, har m.a. Pál Joensen kemur at leggja lag á.
Visjónin er ein sterk, blá oyggj í annars sera reyða Danish Open 2020, sum stendur 100% saman um sínar svimjarar, til at fáa sum frægast úrslit hjá øllum føroyskum luttakarum har, og vónandi at fáa onkran av teimum víðari til Olympisku Leikir í Tokyo. Bæði til at styrkja hvønn einstaka svimjara, og at vísa á hvussu sterk føroysk svimjing í veruleikanum er.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur