Langhylurin er í tryggum hondum, sigur borgarstjórin

Tað hevur vakt ørkymlan, at langhylurin er útsettur nakrar mánaðir. Men havnaborgarar nýtast ikki at óttast, tí langhylurin er í tryggum og góðum hondum.

Í samgonguskjalinum hjá sitandi meiriluta er langhylurin ein av fremstu raðfestingunum. Tað er tó ein sannroynd, at nógv virksemi er í gongd í løtuni, og okkara íløgukarmur er søguliga høgur í ár, 197 mió. kr.

Tað, sum fyrst og fremst tyngir íløguætlanina, er byggingin av skúlanum á Fløtum fyri 383 mió. Tórshavnar Havn verður í løtuni útbygd fyri 465 mió, og Musikkskúlan settu vit í meirilutanum í gongd í fjør fyri 100 mió. Ein íløga, sum hevur bíðað eftir politiskari raðfesting í 10 ár.

Ásannandi, at okkara eldru borgarar hava tørv á umlætting og á búplássum, hava vit valt at raðfesta ein umlættingardepil á 25 pláss til okkara eldru fyri 25 mió, at byggja út Tjarnargarð til demensdepil fyri 25 mió, umframt at vit hava verið noydd at raðfesta bráðneyðugar íløgur í kloakkir, miðbýarætlan við meira.

Tá ið stórar verkætlanir liggja inni í karminum, í hesum føri serliga Skúlin á Fløtum og Musikkskúlin, er sera trupult fyri ikki at siga fíggjarliga ábyrgdarleyst, at seta í gongd verkætlanir fyri 100 tals mió kr samstundis.

Hetta hevði í ringasta føri bæði seinkað og dýrkað verkætlanina óneyðuga nógv. Umsitingarliga er tað somuleiðis ómøguligt at hava nøktandi eftirlit og fyrireika so nógvar verkætlanir, samstundis sum eisini nógv ferð er á búskapinum.

Tí hava vit avgjørt at útseta langhylin nakrar mánaðir, soleiðis at rúm er fyri hesari bygging, tá ið Musikkskúlin er liðugur í 2019. Tað er umráðandi at vit raðfesta neyvt og eru realistisk um tær verkætlanir, sum kommunan fremur, og eisini at vera erlig mótvegis borgarunum um, nær hesar verkætlanirnar verða framdar.

Ætlanin er tí at undirrita projekterinsavtalu seinni í ár við SNA. Vanligt er, at tað tekur eitt ár at projektera, og síðan kann farast undir sjálva byggingina.

Ført verður fram, at undanfarna býráð setti gongd á langhylin. Hetta er ein sannleiki við rættiliga nógvum modifikatiónum. Langhylurin hevur verið á dagsskrá í býráðnum síðani 2004, uttan at nakað ítøkiligt er komið burturúr, annað enn eitt arkitektauppskot fáar vikur undan, at sitandi meirluti tók yvir í býráðnum í 2017.

Á fíggjarætlanini hjá undanfarna býráði vóru 5 mió settar av til hesa verkætlan aftur í 2013, sum hvørki rakk til fulla projektering av hylinum, ei heldur til sjálva byggingina, ið er mett at verða áleið 100 mió.

Vit ásanna, at svimjingin í Tórshavnar kommunu eigur at fáa fremstu raðfesting, og tí verður langhylurin eisini fyrsta stóra ítróttrarliga raðfestingin hjá sitandi samgongu. Langhylurin er umráðandi fyri trivnaðin hjá okkara borgarum og ikki minst verður hann føroyskari svimjing at frama.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

lesarin.fo

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.