Úrslit frá SuSvim-stevnuni 24. og 25. februar 2018

Her eru úrslitini frá Suðuroyar Sparikassa stevnuni nú 24. og 25. februar 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági.

Tilsamans vóru tey 86 íðkarar og 29 lið úr 5 feløgum sum kappaðust 564 ferðir í 36 kappingum, og fingu vit m.a. 4 nýggj føroysk juniormet og 1 nýtt føroyskt met.

Havnar Svimjifelag var mest vinnandi felag, meðan Signhild Joensen úr Ægir átti besta avrikið, á 745 FINA stig fyri tíðina 1:04.11 í 100 metra ryggsvimjing.

Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, umframt her á SwimRankings

Met sett á hesi stevnu

Heiðursmerkjabýti millum feløg

Felag Gull Silvur Bronsa
HS 17 13 12
SuSvim 11 7 12
Ægir 6 13 9
Reysti 1
FLOT

Bestu avrik hjá monnum

  1. Róland Toftum (1998), SuSvim 704 FINA stig fyri 29.69 í 50 bringu
  2. Róland Toftum (1998), SuSvim 632 FINA stig fyri 2:27.95 í 200 bringu
  3. Johan N. Dam (2002), HS 631 FINA stig fyri 4:16.53 í 400 frí

Bestu avrik hjá kvinnum

  1. Signhild Joensen (2000), Ægir 745 FINA stig fyri 1:04.11 í 100 rygg
  2. Signhild Joensen (2000), Ægir 726 FINA stig fyri 2:18.02 í 200 rygg
  3. Vár E. Eidesgaard (2001), HS 718 FINA stig fyri 58.12 í 100 frí

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.