Nú kjakast hevur verið um nøktandi ella ikki nøktandi svimjitilboð í Tórshavnar Kommunu, so fekk eg hug at royna at meta um tilboðið per íbúgva, skift út á føroyskar kommunur. Og hóast ávísar óvissur, so er eingin ivi um at Vágs kommuna hevur nógv mest svimjihyl at bjóða sínum borgarum.
Eg havi valt at brúka svimjihyljarflatu sum mátistokk, mest tí at tað er eitt væl størri roknistykki at finna rúmdina í øllum føroyskum svimjihyljum, men eisini tí at djúpdin fyri tað mesta er rættiliga óviðkomandi. Vit svimja jú ikki omaná hvørjum øðrum – og tað eru bara einstakir hyljar sum t.d. pinkubarnahylurin í Havn, sum eru ov grunnir til vanliga svimjing.
Niðanfyri eru teir svimjihyljar listaðir upp sum vit vita um, saman við teimum kommunum sum teir hoyra til, við upplisting av fólkatali í kommunu umframt vatnflatu í svimjihyli.
Flestu tøl eru fingin úr Svimjiárbókini 2004-2005, sum Svimjisambandið skrásetti einaferð áðrenn aldarskiftið, og har tað út yvir Páls Høll og vatnlandið í Klaksvík ikki er hent so nógv síðani farna áratúsund. Ja, hatta var meint sum eitt prik 🙂
Og tað er so her at vit síggja heilt týðiligt, at serliga Vágs kommuna skarar framúr sum svimjiøki, meðan mangar aðrar kommunur ikki hava dropan av svimjihyli at bjóða sínum borgarum.
Faktiskt er støðan so mikið ring, at 9994 borgarar sambært hesi uppteljing frá Hagstovuni ikki hava atgongd til svimjihyl í sínari kommunu, ella meira enn 20% av Føroya fólki. Og munurin er hartil sera stórur millum kommunur.
Tá er svimjihylurin í Hestoy taldur við sum svimjihylur í Tórshavnar Kommunu, hóast hann bara er opin um summarið, umframt sera grunni pinkubarnahylurin í Gundadali; meðan svimjihylurin í Søldarfirði ikki er taldur við, tí at hann okkum kunnugt er turrlagdur.
Svimjiførleikakanningin hjá Svimjisambandinum í 2011 bendi á, at tað er rættiliga týðandi fyri børn at hava svimjihyl í nærumhvørvinum, um tey skulu kunna væntast at kunna svimja.