Svimjisamband Føroya skipar í hesum døgum fyri landsliðslegu í Páls Høll í Vági, fyri teimum svimjarum sum hava klárað kravtíð til Danish Open 2018. Hesuferð eru tað høvuðsvenjararnir úr teimum feløgum har svimjararnir til dagliga venja, sum skipa fyri sjálvari venjingini á landsliðsleguni, umframt at Pál Joensen er komin heim at geva burturav sínum royndum sum úrvalssvimjari á heimssstøði.
SSF hevur valt Ægir-venjaran Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo til høvuðslandsliðsvenjara í hesi verkætlan, har venjingarlegan í Vági er hugsað sum beinleiðis fyrireiking til luttøkuna á Danish Open 2018, umframt sjálvsagt eisini síðani til meistarastevnurnar í summar. Tað er tí eisini hann sum stendur á odda fyri venjingini nú á leguni, í samráð við høvuðsvenjararnar í Havnar Svimjifelag og Suðuroyar Svimjifelag.
Høvuðsevnið er ‘mjólkarsýra’, har tey í gjár royndu ein venjingarhátt til skjótari at sleppa av við mjólkarsýru, aftaná harða venjing, fyri síðani í dag at hava tvær sera harðar venjingar – í morgun við dent á at framleiða mjólkarsýru, og í kvøld við dent á at tola mjólkarsýru. Hvør einstøk venjing endar við hesi serligu útsvimjing hjá Jjaime, til at vita um svimjararnir ikki kunnu sleppa av við mjólkarsýruna aftur, og á tann hátt verða skjótari klár til næstu venjing eisini.
Men hart er tað, óansæð.
Í steðginum í dag, hevði Pál so sítt fyrsta prát við svimjararnar, har hann greiddi frá sínum royndum sum úrvalssvimjara, umframt at greiða eitt sindur minni tekniskt frá hesum við mjólkarsýru og so framvegis. Í morgin verður tað sum skilst meira ‘hands-on’, og afturat hesum er hann so við á kantinum eisini, tá ið tey venja, og til tey ‘team building’ tiltøk sum venjarar og Pál sjálvur skipa fyri.