Sviar skipa nú 5. til 8. apríl fyri Swim Open Stockholm 2018, har eisini føroyingar luttaka. Óli Mortensen fer at royna seg í 400, 800 og 1500 frí, meðan Alvi Hjelm fer at royna seg í 400 frí umframt 200 og 400 blandað.

Swim Open Stockholm er vaksin til at vera ein hin allarsterkasta svimjistevnan í Norðurevropa, og sæst tað aftur í styrkismetingini hjá teimum báðum føroyingum. Langt frammi ímillum luttakararnar, men tó eisini við nógvar av heimsins bestu frammanfyri seg.
- 400 frí menn: Óli 3:57.61 og nr 15 av 113, Alvi 4:06.77 og nr 35
- 800 frí menn: Óli 8:13.24 og nr 16 av 65
- 1500 frí menn: Óli 15:40.36 og nr 13 av 51
- 200 blandað menn: Alvi 2:10.36 og nr 40 av 165
- 400 blandað menn: Alvi 4:34.12 og nr 13 av 75
Svenska svimjisambandið hevur eitt yvirlit her, yvir hvar ein finnur startlistar og úrslit og beinleiðis stroyming og so framvegis.