Óli 15:37.57 og nr 7 í 1500 frí á Swim Open Stockholm 2018

Óli Mortensen luttók nú seinnapartin í finalu á Swim Open Stockholm 2018, og megnaði har at svimja seg til eitt 7. pláss í 1500 metra frísvimjing, við nýggjum persónligum meti á 15:37.57.

Hetta var 2 tíggjundapartar skjótari enn hansara til nú besta tíð, sum var 15:37.77 frá HM í Budapest í fjør summar. Og tí eisini væl betri, tí at tíðin tá var aftaná fulla
niðurtrapping.

Týski Florian Wellbrock vann kappingina við nýggjum týskum meti 14:40.69, har heimsmetið hjá kinesiska Sun Yang er 14:31.02 og evropametið hjá italska Gregorio Paltrinieri 14:34.04. Svenski Victor Johansson varð nummar fýra við nýggjum svenskum meti 15:03.74.

Pál Joensen eigur føroyska og norðurlendska metið á 14:46.33, frá tá ið hann varð nr 4 á HM í Shanghai í 2011.

úrslitalistan her

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.