Juniordreingirnir hjá Suðuroyar Svimjifelag settu í gjár stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið teir á SuSvim-stevnuni í Vági svumu teinin uppá tilsamans 4:03.19. Ægir-dreingir áttu nú farna metið á 4:07.21, frá FM á langgeil í fjør.

Teir sum settu metið fyri SuSvim í gjár, vóru Bartal Debess (2002, 59.32), Rani Jacobsen (2001, 1:01.07), Rói Bech (2001, 59.17) og Rúni Bech (2002, 1:03.63).