Vár Erlingsdóttir Eidesgaard vann í dag gull í 50 metra firvaldasvimjing fyri juniorar, á Bergen Swim Festival 2018. Hetta í triðja umfari í ‘útskiljingskapping’, har hon við tíðini 28.44 eisini setti nýtt føroyskt juniormet.
Vár átti sjálv føroyska juniormetið á 28.54, frá SuSvim-stevnu í Vági í februar mánaða, meðan Astrið Foldarskarð eigur føroyska metið á 28.29, frá Danish Open í 2014.
Sí úrslit