Vár 26.52 og gull og risa met á Bergen Swim Festival 2018

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard snøgt sagt brendi føroysku metlistarnar í 50 metra frísvimjing, tá ið tey í gjár avgreiddu hesa grein á Bergen Swim Festival 2018.

Vár E. Eidesgaard gull í 100 frí fyri juniorar, á BSF 2018. Anita Nysted eigur myndina.

Fyrst tók hon juniormetið í innleiðandi riðlunum um morgun, við at svimja 27.09 har hennara egna føroyska juniormet var 27.17.

Síðani útraderaði hon í hálvfinaluni bæði føroyska juniormetið hjá sær sjálvari og føroyska metið hjá Astrið Foldarskarð, við at svimja 26.84 har metið hjá Astrið frá Danish Open 2016 var 27.06.

Og so setti hon fyrst av álvara fótin á speedaran og svam 26.52 í finaluni, til at vinna yvirbevísandi gull í juniorbólkinum á Bergen Swim Festival 2018, við skjótastu tíð av øllum juniorum bæði í innleiðandi, hálvfinalu og finalu, umframt at taka føroyska metið meira enn eitt hálvt sekund niður, til væl undir 27 sekund.

Vár vann við hesum eisini gull á øllum fríteinum frá 50 til 400 metrar, á hesi stevnu. Heilt ótrúliga yvirbevísandi svomið av ungu havnardamuni.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.