Suðuroyar Svimjifelag bjóðar til kappsvimjing á Vágsfjørði á Jóansøku.
Leygardagin 23. juni kl 17, ella beint eftir at kappróðurin er liðugur, verður svomið á Vágsfjørði.
Vit møtast í Pálshøll, har møguleiki er at skifta, frá kl. 16. Teinurin sum svomið verður er 500m. Málið verður beint út av Pálshøll. Tað verður gingið frá Pálshøll, til bátahylin, har farið verður útí, og svomið verður upphiting vestur ímóti startinum. Luttakarar kunna eisini ganga allan teinin til startin. Sí kort.
Lívbjargarar verða í bátum og á landi, undir allari svimjingini.
Kappingin er býtt í aldursbólkar:
- Junior: Gentur 2003 og yngri, dreingir 2002 og yngri
- Senior: 25 ár og yngri, (1993 og yngri)
- Masters, yngri: 26-39 ár (1979 – 1992)
- Masters, eldri: 40 ár og eldri (1978 og eldri)
Vinarligast boðið frá luttøku, í seinasta lagi 18. juni, til:
Heri Mortensen: heri.mortensen [kurla] gmail.com; FB messenger; ella telefon 218419