Fyriskipararnir av EM 2018 her í Glasgow máttu í gjár krúpa til krossin og viðganga, at flest øll úrslit vóru ov góð frá finalunum leygarkvøldið, íroknað heimsmetið hjá Adam Peaty. Lesið her á NRK, umframt mítt egna her niðanfyri.
Lýsti trupulleikin var stutt sagt, at tey høvdu sett eina spildurnýggja tíðtakingareind til skipanina, sum krevur eina stilling áðrenn hon gevur rættar tíðir.
Hendan eind verður nýtt til fleiri ymiskar ítróttir, og fyri svimjing er har so tað óhepna, at um tú setur hesa eind til uttan at broyta standardsetingina, so verða allar tíðir 0.1 sekund ov skjótar.
Fyriskipararnir søgdu seg vita av hesum óhepna, men at tað var gloymt tá ið ein nýggj eind varð sett til, leygarkvøldið, tí at hin verandi hevði lágt battarí.
Av hesi orsøk vóru allar tíðir 0.1 sekund ov skjótar, frá níggju teimum fyrstu kappingunum, leygarkvøldið, íroknað 100 bringu har Adam Peaty setti heimsmet við tá 13 hundraðpørtum (0.13 sekund).
Okkurt gløgt eyga hevði tá longu lagt til merkis, at reaktiónstíðirnar sum heild vóru ónáturliga góðar. Tað er tíðin frá tá ið startarin skjýtur kappingina í gongd, og til svimjarin er leysur av skamlinum.
Fyriskipararnir eftirkannaðu og testaðu líka fram til eykafund við liðleiðararnar sunnudagin kl 16, har hesin trupulleiki so varð kunngjørdur, saman við avgerðini um at rætta (seinka) allar viðkomandi tíðir við 0.1 sekund.
Lukkutíð var úrslitið hjá Peaty enn heimsmet, um enn við nú 0.03 sekundum heldur enn 0.13. Heimsmetið hjá Koleshnikov í 50 rygg var ikki ávirkað, vælsagtans tí at tey tá høvdu uppdagað og rættað feilin.
Hetta er alt sera pínligt fyri LEN og fyriskipararnar, og tey kundu tí heldur ikki annað enn biðja um umbering, á liðleiðarafundinum sunnudagin.
Men tað tykist tó ikki sum um at nakað serligt rok varð av hesum, hvørki á liðleiðarafundinum ella aftaná. Her var sjálvsagt nógv eftirfylgjandi aftaná, og undran tí at eingin tykist at hava upplivað hetta fyrr.
Men sum ein íri segði tað sum tók orðið á fundinum, so vóru tey, um ikki annað, opin og erlig um tað sum var hent. Sum hann segði tað, “Honesty starts from the top”.