Heimskendi OL-gullvinnarin Alexander Popov vandi Havnar Svimjifelag

Havnar Svimjifelag hevur seinastu tvær vikurnar verið á venjingarlegu í Kranevo við Svartahavið í Bulgaria. Ferfaldi olympiski gullvinnarin, russiski Alexander Popov – ein av skjótastu sprintarunum í heiminum nakrantíð, kongurin av sprint – hevur venjingarlegur á sama stað, og í dag vandi hann Havnar Svimjifelag. Nógv minnast Popov frá Olympisku Leikunum í 1992 í Barcelona og í 1996 í Atlanta, tá ið hann báðar ferðirnar vann gull í 50 m og 100 m frí. Popov endurvann sostatt gullheiðursmerkini í báðum greinunum, og tað hevur eingin gjørt undan ella seinni. Popov hevði heimsmetini í 50 m og 100 m frí í ávikavist 8 og 6 ár. Hann er føddur í 1971 og var 20 og 24 ára gamal, tá ið hann vann gullini vid OL. Sum 31 ára gamal megnaði hann at vinna gull í Heimsmeistaraskapinum í 100 m frí. Til stuttleika kann nevnast, at Popov hevði vatnskrekk, tá ið pápi hansara meldaði 8 ára gamla drongin til svimjing. Komin í hylin, fekst hann ikki upp aftur. Restin er søga. Popov vann íalt 48 altjóða heiðursmerkir, 4 gull og 5 silvur við OL og ávikavist 13 og 26 heiðursmerkir við Heims- og Europamestarastevnur. Popov vísti seg at vera ein sera fyrikomandi ítróttarmaður og legði øllum eina við at taka allar venjingar í álvara, tí í síðsta enda er tað bara upp til ein sjálvan.

Vh
Niels Juel Arge

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.