Sviar hava síðani 2009 skipað fyri sokallaðu SM-veckan, har nógvir ymiskir ítróttir avgreiða sínar meistarastevnur um somu tíð. Tað byrjaði við at vera ‘bara’ 11 ítróttargreinir, men er nú vaksið til at vera risastórt, við bæði vetrar- og summar-viku. Nú hava danir hug at royna okkurt tilsvarandi eisini, við íblástri frá svium og nýliga avgreiddu Evropeisku Meistarastevnuni í Glasgow og Berlin.
Lesið her á DR. Størsta avbjóðing er sjálvsagt at fáa kalendararnar hjá ymisku ítróttunum at sampakka, so at tað passar við møguligar úttøkur til altjóða meistarastevnur, og so framvegis. Men, møguleikin fyri størri miðlaáhuga er lokkandi, umframt at royndirnar hjá svium benda á at kommunur tá nærmast vilja berjast um at fáa leikirnar.
Sambært DR spæla norðmenn eisini við sama tanka.