FINA venjaraskeið í Føroyum hin 30. november til 2. desember 2018

Nú í vetur skipa SSF og FINA fyri venjaraskeiði álinju og í Tórshavn, sum liður í nýggja “FINA Coaches Certification Programme”.

Skeiðið er fyrsti stig av hesum trimum niðanfyri standandi, og er ætlað at fyrireika luttakaran til uppgávuna sum hjálparvenjari í einum svimjifelag:

  • FINA Coaches Certification Course – Assistant Coach (L1)
  • FINA Coaches Certification Course – Coach (L2)
  • FINA Coaches Certification Course – Senior Coach (L3)

Sí viðfesta FINA CCP Assistant Coach Curriculum. Ætlanin hjá okkum í SSF er sjálvsagt at bjóða stig 2 og 3 eisini, kanska longu í 2019, so at vit fáa sum flest útbúnar venjarar.

Skeiðið sjálvt er ókeypis, men luttakararnir mugu tá sjálvir skipa fyri uppihaldi og innivisti, ella, afturfyri gjaldi, taka av teimum tilboðum sum SSF fer at bjóða.

Skeiðið er fyrst álinju á nýggja FINA Learning Platform, og síðani hesar tríggir dagarnar í ÍSF-húsinum í Tórshavn, frá fríggjadegi hin 30. november til sunnudag hin 2. desember.

Luttakarnir skulu rokna við at brúka einar 12-15 tímar við hesi álinju-undirvísing, umframt 2½ dag á sjálvum skeiðnum.

Tað eru eingi formlig krøv um førleikar, og luttakararnir nýtast heldur ikki neyðturviliga at hava nakrar royndir við svimjivenjing. Tó skulu teir vera í minsta lagi 18 ára gamlir, og hava tilknýti til ein FINA lim, so sum Svimjisamband Føroya … her vælsagtans íroknað okkara limafeløg (Ægir, FS, Reysti, FLOT, HS, SuSvim).

Undirvísarin eitur Gennadii Kliuchnyk, og er valdur av FINA til uppgávuna. FINA fer at bjóða skeiðið út um allan heim, og verður tað eisini av hesi orsøk á enskum.

Tit frætta meira seinni. Áhugaðir føroyingar verða bidnir um at vera skjótir á knøttunum, tí har er eitt luttakaramark á 30 luttakarar, og altso allan heim sum møguligan marknaða.

Vegna SSF

Rókur

 

One thought on “FINA venjaraskeið í Føroyum hin 30. november til 2. desember 2018”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.