Mansliðið hjá Suðuroyar Svimjifelag setti í gjár nýtt føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á Ægir Open í Klaksvík svumu teinin í tíðini 1:50.85. Teir áttu sjálvir føroyska metið á 1:50.96, frá HS Open í mars mánaða.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2018/10/43220890_314407236009931_6411027902405541888_n-600x429.jpg?resize=600%2C429)
Teir sum svumu fyri SuSvim, vóru:
- Bartal Debess (rygg) 29.38
- Rani Jacobsen (bringu) 31.30
- Róland Toftum (firvald) 25.43
- Rói Bech (frí) 24.74
One thought on “SuSvim-menn 1:50.85 og føroyskt met í 4×50 blandað”