Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya endurnýggjaðu í dag stuðulsavtaluna sínámillum, tá ið Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Atlantic, og SSF-formaður Rókur í Jákupsstovu møttust til eitt prát, ráðlegging og undirskriving av nýggja sáttmálanum.
Vit í SSF fegnast sjálvsagt um longda sáttmálan við Atlantic Airways, ið hevur stuðlað okkum snøgt sagt so leingi sum vit minnast, við fíggjarligum stuðli men eisini við hjálp og góðum ráðum, nú vit hesi árini hava ferðast til flest allar partar av heiminum.
Hesa komandi tíðina er nógv spennandi á skrá, eisini í samstarvinum við Atlantic Airways, umfatandi millum annað altjóða stevnur í Føroyum, og hvussu SSF sýnist úteftir. Til dømis skulu vit hýsa Norðurlendsku Meistarastevnuna 2019, har Atlantic óivað verður týðandi partur av fyriskipanini.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu