Tórshavnar Kommuna hevur boðið formannin í FINA Facilities Committee á fund við seg í Føroyum, at meta um ætlanirnar fyri nýggja langhylin í Tórshavn. Fyrrapartin í gjár var fundur í teknisku fyrisitingini, har málið varð viðgjørt út í æsir, og seinnapartin var so fundur við borgarstjóran og varaborgarstjóran eisini. Yvirhøvur ein jaligur dagur, har tíð eisini var til at hyggja at sindur av øðrum byggiprojektum í Havnini, fullførd og í gongd.
Sí eisini tíðindi á torshavn.fo