SSF aðalfundurin 12. oktober 2018

Svimjisamband Føroya hevði í gjár sín árliga aðalfund, í ÍSF-høllini í Tórshavn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av formanni, tveimum nevndarlimum umframt tiltakslimi, og sum innkomið mál serliga at flyta aðalfundin til aftur at vera um várið.

Savnsmynd

Innkomnu málini vóru eftir áheitan frá ÍSF, at flyta aðalfundin so at góðkendur roknskapur framyvir kann latast ÍSF í seinasta lagi hin 1. juli, árið eftir, umframt ein viðgerð um talurætt ÍSF á aðalfundi SSF.

Fyri vali stóðu undirritaði formaður Rókur í Jákupsstovu, umframt nevndarlimir Sørin S. Djurhuus og Katrin H. Sørensen. Katrin hevði frammanundan boðað frá at hon tók ikki við afturvali, og varð Eyðun Húsgarð úr Havnar Svimjifelag nú valdur í hennara stað. Afturat hesum varð Dann Hjelm afturvaldur sum tiltakslimur.

Eg vil vegna Svimjisambandið nýta høvið til at takka Katrini fyri hennara tíð í starvsnevnd SSF, har hennara íkast serliga hevur verið at fáa gongd á landsliðsarbeiðið aftur.

Annars var tað serliga hitt fráboðaða ódnarveðrið sum merkti fundin, har suðuroyingar høvdu verið noyddir at melda avboð til fundin, umframt at vit onnur gjarna vildu heim áðrenn hann veruliga brast á.

Formansfrágreiðingin er viðfest: ssf-adalfundur-2018-fragreiding.pdf

Næsti aðalfundur SSF verður í mars/apríl 2019, sum samtykt á hesum aðalfundi.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.