Nú í morgin byrjar danska meistarastevnan á stuttgeil 2018, sum í ár er í Vejle. Tey kappast fram til og við sunnudagin, og millum luttakararnar eru eisini nakrir føroyingar, við rættiliga góðum møguleika at vinna heiðursmerki.
Óli Mortensen er styrkismettur sum næstbest í 400, 800 og 1500 metra frísvimjing, aftanfyri Alexander Aslak Nørgaard. Og Alvi Hjelm er triðskjótast í 400 blandað á startlistanum, nr 7 í 400 frí og nr 8 í 200 blandað. Umframt at teir luttaka í øðrum.
Frans Johannessen hevur eisini góðar møguleikar, ið sum kunnugt er danskur svimjari av føroyskum uppruna. Hann er m.a. styrkismettur sum næstskjótast 2 í 50 bringu og 200 blandað, triðskjótast í 200 frí, og nr 8 í 200 firvald.
Sí startlistan her. Tey byrja longu í morgin ári, og har verður stroyming her.