Svimjisambandið hevur sum kunnugt avgjørt at kravtíðir til Oyggjaleikir 2019 skulu klárast á fýra útvaldum svimjistevnum, um ikki serlig avtala er gjørd við svimjaran. FM á stuttgeil 2018 var fyrsti møguleiki at royna eftir kravtíð, og vóru tey 7 sum skrivaðu seg upp sum møguligir svimjarar til Oyggjaleikir á Gibraltar.
Kvinnur
Birita Debes (1995), FLOT
29.39 og 29.79 í 50 rygg (kravtíð 29:95)
Signhild Joensen (2000), Ægir
29:01 og 29:29 í 50 rygg (kravtíð 29.95)
1.00.90, 1:00.98 og 1:02.95 í 100 rygg (kravtíð 1:03.59)
2:10.37 og 2:16.67 í 200 rygg (kravtíð 2:18.45)
Vár E. Eidesgaard (2001), HS
57.32 í 100 frí (kravtíð 57.91)
9:03.78 í 800 frí (kravtíð 9:12.85)
1:05.74 í 100 blandað (kravtíð 1:05.91)
Menn
Alvi Hjelm (1996), HS
2:19.54 í 200 bringu (kravtíð 2:20.79)
4:25.36 í 400 blandað (kravtíð 4:32.91)
Óli Mortensen (1996), HS
1:51.78 í 200 frí (kravtíð 1:52.49)
15:22.03 í 1500 frí (kravtíð 15:57.77)
2:05.19 í 200 rygg (kravtíð 2:05.92)
Rókur Trygvason (2000), Ægir
2:18.95 í 200 bringu (kravtíð 2:20.79)
Róland Toftum (1998), SuSvim
28.55 og 28.82 í 50 bringu (kravtíð 29.86)
1:03.85 í 100 bringu (kravtíð 1:04.95)
Formliga yvirlitið sæst her, yvir tey sum hava klárað kravtíð
Næsta kravtíðarstevna skuldi eftir ætlan verða í Klaksvík hin 24. og 25. november 2018, men verður nú í staðin í Tórshavn, hetta sama vikuskifti. Og í 2019 verða so tveir kjansir afturat, áðrenn liðið verður úttikið síðst í mars mánaða.
Sera jalig úrslit, har vit longu hava til eina góða stafett hjá monnum, og bara mangla éina gentu til at hava hjá kvinnum eisini, har kravtíðirnar her sum kunnugt eru meðal av bronsutíðum frá trimum teimum seinastum oyggjaleikum.
Kravtíðirnar til Oyggjaleikir 2019 finnast her á ssf.fo