Nú sunnudag avgreiddu tey síðstu kappingar á Køge Open, har føroyingar aftur gjørdu vart við seg, bæði í Køge og Herfølge. Tilsamans hava tey vunnið einar 6 gull, 6 silvur og 8 bronsur íalt, hetta vikuskiftið har suðuri.
Sunnumorgun í Køge
- í 200 blandað vann Kristina í Skála úr HS gull í aldursbólkinum 13-14 ár, við tíðini 2:32.50
Sunnumorgun í Herfølge
- í 25 rygg vann Líggjas Joensen úr Reysta gull í aldursbólkinum 11 ár og yngri, við tíðini 19.70
- í 25 bringu vunnu Jógvan í Skála úr HS og Líggjas Joensen úr Reysta silvur og bronsu í bólkinum 11 ár og yngri, og Heini M. Askham úr Ægir bronsu í bólkinum 12-13 ár
Sunnudag í Køge
- í 50 frí vann Jonna Joensen úr Ægir silvur í aldursbólkinum 13-14 ár, við tíðini 28.93
- í 100 firvald vann Kristina í Skála úr HS gull í aldursbólkinum 13-14 ár, við tíðini 1:09.01
Altso eini 3 gull, 2 silvur og 2 bronsur í dag, afturat teimum 3 gull, 3 silvur og 6 bronsur sum tey tilsamans vunnu í gjár og fyrrakvøldið. Ella 6 gull, 5 silvur og 8 bronsur íalt.