Her eru úrslitini frá stevnuni í Svimjihøllini í Gundadali nú 24. og 25. november 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Tilsamans vóru tey eini 84 íðkarar og 22 lið úr øllum 6 feløgum sum fingu eini 440 úrslit í 40 kappingum, hesar báðar dagarnar.
- Úrslit í html-sniði: hs-stevna-nov-2018-urslit.html
- Úrslit í lef-sniði: Results_Torshavn_2018-11-24.lef
- Úrslit í RE-sniði: RE181124.txt
Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
Týdningarmesta úrslit var væl tá ið Eyðrið Mortensen úr Havnar Svimjifelag skrivaði seg upp til Oyggjaleikir 2019 á Gibraltar, við at svimja 17:29.67 í 1500 frí, har kravtíðin er 17:41.18.
Besta avrik annars var tá ið Signhild Joensen úr Ægir svam 2:10.84 í 200 rygg, sum gevur 756 FINA stig. Tað er væl undir kravtíð til Oyggjaleikir, sum hon tó longu hevur klárað kravtíð til við 2:10.37 frá FM á stuttgeil í oktober.
Signhild staðfesti hartil sítt støði til Oyggjaleikir í 50 rygg og tvær ferðir í 100 rygg, umframt at Vár E. Eidesgaard úr HS staðfesti sítt støði til Oyggjaleikir í 100, 400 og 800 frí.
Tey eru nú 8 sum hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir: Birita Debes úr FLOT, Eyðrið Mortensen úr HS, Signhild Joensen úr Ægir og Vár. E. Eidesgaard úr HS, umframt Alvi Hjelm og Óli Mortensen úr HS, Rókur Trygvason úr Ægir og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag.