Táttar í 1000 luttakarar á HMS 2018 í Hangzhou

FINA hevur lagt út hendan luttakaralistan til HM á stuttgeil 2018, har vit kunnu lesa at tey eru eini 957 tilsamans úr 177 londum, harav 416 kvinnur og 541 menn,  og íroknað 2 føroyingar, sum fara at kappast nú í næstu viku í Hangzhou, Kina.

Eingin luttøka úr Danmark, men eini 9 úr Svøriki, 7 úr Litava, 6 úr Noregi, 6 úr Finnlandi, 5 úr Estlandi, 4 úr Íslandi, 4 úr Lettlandi, umframt Signhild og Óli.

Størstu hópar eru Kina við 42 luttakarum, Russland við 39, Japan við 37, USA við 35 og Italia við 32. Eini 11 lond hava éin luttakara, íroknað Serbia.

 

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.