So er tað HM á stuttgeil 2018

Í morgin byrjar HeimsMeistarastevnan á stuttgeil 2018, her í Hangzhou í Kina, við luttøku av eisini okkara føroysku svimjarum.

Bæði Signhild Joensen og Óli Mortensen skulu royna seg hendan fyrsta kappingardagin, fyrst Óli beinanvegin í triðja riðli í 400 frí, og síðani Signhild nakað væl seinni í fjórða riðli í 100 rygg.

Startlistarnir síggjast her, og byrjar kappingin kl 09:30 Hangzhou tíð, sum er kl 01:30 í nátt í Føroyum.

Internetið riggaði ikki hjá mær, har úr høllini, tá ið eg royndi fríggjadagin; men tey siga at har skal vera net. Her á hotellinum riggar útmerkað, so tit frætta tá ið tað ber til.

Annars er støðan ókey, haldi eg. Tað er ‘stuttligt’ sum tíðarmunurin rakar bæði beinanvegin og leingi, so at rót er í okkara svøvnrútmu; men vit vóru her tíðliga og royna sum frægast at fáa nóg mikið av svøvni.

Hylurin er super, og stemningurin góður, bæði í føroyska leirinum og millum lond. Vit búgva sera nógv lond her á Hotel Sorl, og tað brennur tí eitt sindur saman tá ið náttverðatíð ikki byrjar fyrr enn kl 19:30 … men tað hevur eisini sína sjarmu.

Úti er niður ímóti frostmarkinum, so at tað onkuntíð smákavar og onkuntíð smáregnar, uppá ein sera kinesiskan máta. ‘Dis’, sum tá ið man sær myndir higani, um enn væl kaldari enn eg hevði billað mær inn.

Sera fá av teimum lokalu skilja enskt, men her eru hjálparar í gulum troyggjum, sum typiskt eru tey sum duga enskt. Hartil kunnu tey umseta rættiliga væl við onkrum app á telefon, við skrift ella talu.

Eg eri á WeChat, um onkur hevur brúk fyri at samskifta 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.