Íslendingar skipa nú í vikuskiftinum fyri Reykjavík International Games 2019, við luttøku av eisini nógvum góðum føroyskum svimjarum. Startlistin sæst her, sum bendir á at har ofta verða føroyingar í finalu, og væl møguligt eisini ofta føroyingar sum taka heiðursmerki.
Tilsamans eru tey eini 46 svimjarar úr Føroyum – 13 úr Havnar Svimjifelag, 18 úr Suðuroyar Svimjifelag og 15 úr Ægir – sum fara at kappast einar 242 ferðir í Laugardalslaug, hesar tríggjar dagarnar frá 25. til 27. januar 2019.
Startlistin er eitt sindur fløkjasligur, tí at tað ikki altíð er besta tíðin sum er ovast, og onkuntíð eisini beinleiðis feiltíðir sum eru har. Men, vit síggja tó í øllum førum hesi ímillum favorittarnar:
- Johan N. Dam (HS) í 400 og 1500 frí
- Rebekka Trygvadóttir (Ægir) í 200 bringu og 400 blandað
- Rókur Trygvason (Ægir) í 50 og 100 frí, 50, 100 og 200 bringu
- Róland Toftum (SuSvim) í 50 frí, 50 bringu og 50 firvald
- Sára R. Nysted (SuSvim) í 200 og 400 blandað
- Signhild Joensen (Ægir) í 50, 100 og 200 rygg
- Vár E. Eidesgaard (HS) í 50, 100, 200, 400 og 800 frí, 50 firvald