Kravtíðir til NMU 2019

Her er kravtíðarskipanin til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2019, sum verður í Vejle í Danmark hin 13. og 14. juli 2019.

vejle photo Photo by Frank Ahlburg


Talan er stutt sagt um somu skipan sum undanfarin ár, tó nú roknað eisini við støði í EM 2018 í Glasgow, og nú við prosent-satsi +17% heldur enn +19%.

Hetta er ein rættiliga stór herðing, sum kemst av at støðið er so høgt á NMU, serliga um aðrar tjóðir enn tær norðurlendsku fara at luttaka eisini nú í 2019, sum í 2018.

NMU er norðurlendska meistarastevnan fyri svimjarar beint undir og á veg inn í junioraldur

  • NMU – gentur 13-15 ár og dreingir 14-16 ár
  • NJM – gentur 13-16 og dreingir 14-17
  • EJM (og HMJ) – gentur 14-17 ár og dreingir 15-18 ár
  • NM – gentur 17 ár og eldri og dreingir 18 ár og eldri

Hesar norðurlendsku meistarastevnur hava víst seg at vera sera góðar til stigvísa menning av norðurlendskum svimjarum, fram ímóti teimum heilt stóru stevnunum sum EM, HM og OL.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.