Svimjisamband Føroya skipaði nú í vikuskiftinum fyri svimjiráðstevnu í Vági, har eldsálir í føroyskari svimjing møttust til at viðgera ymisk viðurskifti, íroknað at leggja føroyska svimjikalendaran fram til og við Olympisku Leikir í 2020.
Á breddanum var, umframt kalendarin, serliga tátturin “hvussu uppbyggja vit góða mentan í føroyskari svimjing”, undir leiðslu av psykoterapeutinum Dorthe Gyldenkærne, og hugarok til at loysa trupulleikan við manningatroti í nevndum og á svimjistevnum.
Og hóast tíðin var avmarkað, so gekk prátið so mikið væl, at vit fingu tað mesta upp á pláss …
Svimjikalendarin sæst her, við upplistan av teimum svimjistevnum sum vit ætla at hýsa í Føroyum og luttaka á uttanlanda, fram til og við Olympisku Leikir í 2020.
Manningatrot í SSF verður minkað við at stovna eina tekniska svimjinevnd við yvirdómarum og startarum, sum koma at taka sær av regluverkinum, meðan tað prakiska ísv SSF-stevnur verður loyst av fyriskiparum í vertsfelagnum.
Manningatrot ísv svimjistevnur verður vónandi minni við útbúgving og betri umstøðum til hjálparfólk á svimjistevnum; og við at innføra ein rættvísari býtislykil, enn hin verandi við trimum frá hvørjum felag:
- ísv ABMS: FS, Reysti og FLOT 2 dómarar til hvønn stevnupart, Ægir, HS og SuSvim 5
- ísv aðrar 25/50m-stevnur: FS, Reysti og FLOT 1 dómara til hvønn stevnupart, Ægir, HS og SuSvim 6
- ísv smáhyljastevnur: FS, Reysti og FLOT 2 dómarar til hvønn stevnupart, heimafelagið tó 2-4, , Ægir, HS og SuSvim 2
Hetta var triðja ráðstevna í røðini, síðani vit byrjaðu hendan táttin við ráðstevnu fyrst í Skálavík í 2017, og síðani við Gjógv í 2018. Eftir ætlan verður ráðstevna aftur komandi ár, væntandi á Viðareiði.
Rókur