SSF til Bergen Swim Festival 2019

Føroyska svimjilandsliðið fór tíðliga í morgun við beinleiðis flúgvara hjá Atlantic Airways til Bergens, har tey nú fríggjadagin til sunnudagin hin 5. til 7. apríl skulu luttaka á Bergen Swim Festival 2019.

SSF til Bergen Swim Festival 2019. Anita R. Nysted eigur myndina

Svimjararnir eru:

  • Barbara Debes (2000), Ægir
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Birita Debes (1995), FLOT
  • Eyðrið Mortensen (2003), HS
  • Johan N. Dam (2002), HS
  • Kristina í Skála (2005), HS
  • Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir
  • Rói Bech (2001), SuSvim
  • Rókur Trygvason (2000), Ægir
  • Róland Toftum (1998), SuSvim
  • Sára R. Nysted (2001), SuSvim
  • Signhild Joensen (2000), Ægir
  • Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS

Venjarar eru Juan Jaime Arroyo Toledo, Pedro Nuno Prazeres og Panagiotis Christou, høvuðsvenjarar í ávikavíst Ægir, SuSvim og HS. Ferðaleiðari er Anita Ryggshamar Nysted.

Sum tit síggja, so hevur landsliðið eisini skift búna í sambandi við hesa stevnu, at brúka framyvir. Talan er um svenska merkið Craft, sum vit keypa frá Speedo umvegis Sport24.

Tit frætta sjálvsagt meira frá stevnuni í vikuskiftinum, so hvørt sum vit nærkast. Hesir fyrstu dagarnar er fyrireiking og samansjóðing, fram til stevnustart fríggjadagin.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.