Signhild Joensen (2000, Ægir) svam í A-finaluni á Bergen Swim Festival 2019 í kvøld júst somu tíð 1:03.01 í 100 metra ryggsvimjing á langgeil, sum tá ið hon í fjør setti føroyskt met og vann silvur á Bergen Swim Festival 2018. Hesuferð rakk tað til eitt 7. pláss, sum sigur nakað um hvussu støðið er hækkað nú í ár.
Vár E. Eidesgaard (2001, HS) hevði áðrenn tað svomið seg til eitt 7. pláss í B-finaluni í 200 frí, við tíðini 2:07.85 sum er eitt vet frá hennara persónliga meti á 2:07.26 frá Bergen Swim Festival 2018.
Og Rókur Trygvason (2000, Ægir) svam seg til eitt 3. pláss í B-finaluni í 200 bringu, við tíðini 2:25.73 har hansara persónliga met er 2:24.49 frá Bergen Swim Festival 2018.