Tað var líka við at Signhild Joensen tók bronsu á annars sera sterka Bergen Swim Festival 2019, nú tey finaluna í 200 metra rygg í kvøld. Gull og silvur fóru trygd til Katinku Hosszu og Jenny Mensing; meðan norska Ingeborg Vassbakk Løyning tók bronsuna við 2:16.10, frammanfyri Signhild á 2:16.42.
Millumtíðirnar siga sítt:
- Løyning: 32.33 – 1:07.03 – 1:41.67 – 2:16.10
- Joensen: 31.54 – 1:05.88 – 1:41.24 – 2:16.42
Hetta er klárt besta tíð hjá Signhild í ár, í mun til 2:17.52 frá Citta di Milano hin 1. mars. Signhild eigur føroyska metið á 2:14.01, frá Danish Open í 2017.
Í B-finaluni setti Eyðrið Mortensen úr Havnar Svimjifelag persónligt met við tíðini 2:28.07, har hennara besta tíð til nú hevur verið 2:28.68 frá SuSvim-stevnu í februar mánaða.
Og í B-finaluni í 50 frí setti Rókur Trygvason úr Ægir flott nýtt persónligt met við tíðini 24.00, har hansara besta tíð til nú hevur verið 24.44 frá Reykjavík International í januar mánaða.
Bergen Swim Festival 2019 er nú liðugt avgreidd, og sum heild svumu føroyingarnir sera væl, hóast kappingin týðiligvís er harnað nógv í mun til í fjør. Svimjarnir venja aftur í morgin ári, áðrenn tey venda nøsina heimeftir, til Vágs at hoyra um Katinku Hosszu.