Føroysku svimjararnir svumu framúr eisini annan dag á Oyggjaleikum 2019, og eru nú væl við í kappingini um at ‘vinna’ svimjistevnuna her á Gibraltar, tá ið tað um heiðursmerki umræður. Tilsamans vunnu tey í dag eini 4 gull, 1 silvur og 2 bronsur, umframt at Vár setti føroyskt met í 1500 frí og Róland Toftum í 50 bringu, og Vár, Alvi, Signhild og Róland oyggjaleikamet.
- Vár E. Eidesgaard gull, føroyskt met og oyggjaleikamet í 1500 frí
- Alvi Hjelm gull og oyggjaleikamet í 400 blandað
- Signhild Joensen gull og oyggjaleikamet í 100 rygg (setti eisini oyggjaleikamet í innleiðandi riðli)
- Róland Toftum gull og føroyskt met í 50 bringu
- Óli Mortensen silvur og Alvi Hjelm bronsu í 200 frí
- Føroyar bronsu í 4×50 frí fyri menn