Tey halda ein flottan stima, okkara føroysku svimjarar á Oyggjaleikum 2019 á Gibraltar, nú triði dagurin er farin afturum. Fýra gullmerki afturat í skjáttuna, so at tey nú hava vunnið tilsamans 12 gull, 2 silvur og 8 bronsur.
- Vár E. Eidesgaard gull og føroyskt met í 400 frí
- Vár E. Eidesgaard gull í 50 frí
- Róland Toftum bronsu í 50 firvald
- Signhild Joensen gull og oyggjaleikamet í 200 rygg
- Óli Mortensen gull (og oyggjaleikamet) og Johan N. Dam bronsu í 800 frí
- Føroyar bronsu í 4×100 frí fyri kvinnur, har Vár E. Eidesgaard setti nýtt føroyskt met í 100 frí sum fyrsti svimjari í stafettini
Vit føra nú rættiliga greitt í kappingini um heiðursmerki, nú ein dagur er eftir