Føroysku svimjararnir góvu tað teir áttu, hetta fjórða og síðsta kvøldið á Oyggjaleikum 2019, og rakk tað tá til 1 trygt gullheiðursmerki umframt fýra silvur í sera harðari kapping um heiðursmerkini. Serliga Vár E. Eidesgaard skaraði framúr, við at taka sítt sætta gullheiðursmerki á hesum leikum, og við at seta stórt føroyskt met í 100 frí.
- Óli Mortensen silvur í 400 frí
- Vár Eidesgaard silvur og føroyskt met í 100 frí
- Signhild Joensen silvur í 50 rygg
- Vár E. Eidesgaard gull í 800 frí
- Føroyar silvur og landsliðsmet í 400×100 frí fyri menn
- Føroyar nr 4 og landsliðsmet í 4×50 frí fyri menn og kvinnur
Á heiðursmerkjatalvuni standa Føroyar til at hava ‘vunnið’ stevnuna, men loyvi eg mær at ivast, við tað at har vist nokk manglar síðsta gullheiðursmerkið hjá sera væl svimjandi Isle of Man.
Óansæð fyrstapláss ella annaðpláss í hesari kapping, so er úrslitið hjá føroyska svimjilandsliðnum tó avgjørt góðkent, havandi í huga tær avbjóðingar sum hava verið uppundir og á stevnuni.
Tak til dømis at Eyðrið Mortensen breyt fótin í vár, at Signhild Joensen lá við sjúku her stutt uppundir stevnuna, at Róland Toftum regluliga hevur verið í Danmark til viðgerðar fyri sína sjúku, at Pál Joensen varð sjúkur sum tey komu til stevnuna, og at Elisabeth Erlendsdóttir keikti fótin á knortlutu gøtunum á Gibraltar.
Og so tað at vit øll vórðu ríkiliga snerkt og vindblást, her sunnast í Evropa.
Til lukku til tykkum og okkum runt føroyska svimjilandsliðið.
Rókur
Har var rættingin, vit endaðu sum nr 2 https://www.gibraltar2019results.com/medal.aspx?ShowSportMedalTable=True&SportID=16