Rok omaná rok á HM 2019

Eg veit ikki um at ein svimjistevna á heimsstøði nakrantíð hevur verið so rokmikil sum hetta HM 2019 í Suðurkorea, í øllum førum ikki í mínari tíð innan svimjing.

Fyrst vildi avstralski Mack Horton ikki traðka upp á pallin at taka ímóti sínum silvurheiðursmerki í 400 metra frísvimjing, fyrradagin, sum mótmæli ímóti kinesiska gullvinnaranum Sun Yang.

Orsøkin er ein óavklárað støða runt um eina hending undir dopingkanning í vár, har fólk hjá Sun Yang endaðu við at knúsa tiknu dopingroynd við hamara.

Altjóða svimjisambandið FINA hevur kannað og fríkent Sun Yang, vegna feilir í mannagongdini hjá antidopingarfólkunum. Men, altjóða antidopingarfelagsskapurin WADA hevur kært hesa avgerð, og fer málið tí víðari til altjóða kærumyndugleikan CAS.

https://youtu.be/DJ4Nddwmurg

Tíverri helt eingin hetta málið hava so miklan skund, at støðan varð avklárað áðrenn hetta HM. Og tí eru svimjarar og onnur ill, um tað at Sun Yang sleppur at luttaka og vinna við slíkum ákærum hangandi yvir sær.

FINA valdi sama kvøld at geva Mack Horton og avstralska svimjisambandinum eina almenna ávaring fyri atburðin hjá Horton á heiðursmerkjapallinum.

Nú í kvøld var fyrst ein onnur, sera serlig støða, at litaviski Danas Rapsys fyrst stóð til at hava vunnið gull í finaluni í 200 metra frísvimjing, fyri síðani at verða kolldømdur. Hetta tí at hann skal hava staðið óstillur í startinum.

Og tá ið Rapsys ikki vann, varð nýggi heimsmeistarin hann sum annars stóð til at vinna silvur – kinesiski Sun Yang.

Tá ið heiðursmerkjahandanin so var fyri hesa kapping, vildi annar bronsuvinnarin, skotski Duncan Scott, ikki taka í hondina á Sun Yang, ið afturfyri nevaði og rópti eftir skotanum.

Scott noktaði eisini fyri at vilja á felagsmynd saman við Sun, sum tá skeldaði fyri opnari mikrofon.

Tað hoyrir við til søguna, at Sun Yang fyrr hevur fingið dopingdóm, fyri at hava brúkt hjartaheilivág. Kinesarar vardu hann við at tey ikki vóru greið yvir at hesin heiligvágur nýliga var vorðin forboðin, og varð dopingdómurin tí einans tríggir mánaðir.

Drama yvir alla linjuna, og tíverri eisini ein støða sum tykist at gerast alsamt meira eldfim, so hvørt sum mótpartarnir ilskast inn á hvønn annan.

Her í HM-bygdini vóru til dømis standandi lógvabrestir í stóra matarhøllini, tá ið Mack Horton fyrrakvøldið kom aftur frá finalunum. Og í kvøld fær Scott allarhelst eina líknandi móttøku, meðan tað er meira ivasamt hvussu tikið verður ímóti Sun.

Vit fáa at síggja. Eg veit so ikki um sovorðnan polemikk innan svimjing, hesi seinastu nógvu árini. Og her kann akkurát líka gjarna verða meira, komandi vikuna á HM 2019 í Gwangju.

Rókur

PS. Eg var í matarhøllini tá ið Duncan Scott kom aftur frá finalunum, har var einki rok.

PPS. Duncan Scott og Sun Yang hava nú báðir fingið ávaring frá FINA fyri hendingina á heiðursmerkjapallinum

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.